Umleggingar av sendinetinum halda fram

Umleggingar av sendinetinum halda fram
1. apríl fara íbúgvar í Klaksvík, Ánunum, Haraldssundi, Leynum, Hovi, Porkeri, á Nesi, í Økrum og Lopra bert at síggja Kringvarpið í Televarpinum.
 
07.03.2014 - 11:30

Umleggingin av sjónvarpssendinetinum heldur fram í 2014. Gomlu analogu sjónvarps sendararnir verða sløktir so við og við, og í staðin sæst sjónvarpið hjá Kringvarpinum talgilt (digitalt) á sendinetinum hjá Televarpinum. 

Hjá summum hyggjarum er ikki neyðugt at gera nakað, hjá øðrum hyggjarum verður bara neyðugt at dagføra móttøku útgerðina, meðan onnur, við gomlum sjónvørpum, kunnu verða noydd at skifta sjónvarp. 

Fólk, ið longu síggja Kringvarp Føroya talgilt, gjøgnum Televarpið, nýtast ikki neyðturviliga at dagføra teirra útgerð.

Hetta arbeiðið byrjaði í fjør og heldur fram í ár. Trý stig eru eftir, og tey verða øll framd í ár. 

Fyrsta umleggingin verður framd um tríggjar vikur, tann 1. apríl. Tá fara íbúgvarnir í Klaksvík, Ánunum, Haraldssundi, Leynum, Hovi, Porkeri, á Nesi, í Økrum og Lopra bert at síggja Kringvarpið í Televarpinum. 

Hinar báðar umleggingarnar, sum eru eftir, verða framdar 1. juli og 1. november í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290