Royn nýggja app her: Les 500 orð um minuttin

Royn nýggja app her: Les 500 orð um minuttin
Ein nýggj app ger, at tú í framtíðini fert at kunna lesa umleið 500 orð um minuttin, tvíheldur framleiðari. Klárar tú tað? Royn appina her
Ein nýggj app ger, at tú í framtíðini kanst lesa 500 orð um minuttin, tvíheldur framleiðari
Mynd: KvF

08.03.2014 - 14:19

Tað kann stundum kennast tungt - at koma gjøgnum eina drúgva og tjúkka bók. Hetta roynir ein amerikonsk fyritøka nú at broyta og bøta um.

Royn appina niðanfyri

Amerikanski framleiðarin, Spritz, hevur nú ment eina nýggja app til snildfonir, ið ger, at tú í framtíðini kanst lesa 500 orð um minuttin.

Hetta merkir, at tú ein seinnapart kanst pløga teg gjøgnum eitt nú Harry Potter, um tú væl at merkja megnar at fylgja við ferðini hjá appini.

Royn appina her

Ovasta myndin: 250 orð um minuttin

Myndin í miðjuni: 350 orð um minuttin

Niðasta myndin: 500 orð um minuttin

Soleiðis riggar appin

Appin vísir tær eitt orð í senn. Í hvørjum orði er ein bókstavur markeraður við reyðum liti, ið ger, at heilin skjótari megnar at skilja orðið og fara víðari.

Á henda hátt skulu eyguni ikki leita runt á eini stórari síðu í eini bók, ið ger tað munandi skjótari hjá fólki at lesa bøkur, sigur framleiðarin av appini.

Í fyrstu atløgu verður appin hjá amerikansku fyritøkuni, Spritz, bert tøk til Samsung-snildfonir. Nær appin verður tøk til iPhone, er ikki greitt enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286