Video: Her rakar flogfar fallskíggjaleypara

Video: Her rakar flogfar fallskíggjaleypara
Ein 49 ára gamal maður varð um vikuskiftið raktur av einum flogfari í Florida, tá maðurin leyp úr einum øðrum flogfari í fallskíggja
Hvørki fallskíggjaleyparin ella flogskiparin fingu skaða, tá flogskiparin Sharon Trembley rakti John Frost í fallskíggja í Florida um vikuskiftið
Mynd: Tim Telford/Google News  
 
10.03.2014 - 12:42

87 ára gamli Sharon Trembley vandi um vikuskiftið lendingar í flogfari sínum, tá 49 ára gamli John Frost kom fyri flogfarið í Tampa, Florida.

Fallskíggin hjá John Frost varð fastur í øðrum veinginum hjá flogfarinum, tá flogfarið nærkaðist jørðini. Bæði flogskiparin og maðurin í fallskíggjanum mistu tamarhaldið á støðuni.

Ein myndamaður tók myndir av hendingini, tá flogfarið rakti mannin í fallskíggjanum. Eingin skaði stóðst av tilburðinum, ið óætlað gjørdist partur av trygdarvenjingum, ið eru einaferð um árið.

Video: Her rakar flogfar fallskíggjaleypara

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840