ES gevst at keypa gass úr Russlandi í 2027

ES gevst at keypa gass úr Russlandi í 2027
Í fjør keyptu ES-lond russiskt gass fyri slakar 120 milliardir krónur
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, á tíðindafundi fyrrapartin.
Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.12.2025 - 13:29

Evropasamveldið gevst endaliga at keypa russiskt gass í 2027.

Tað eru ES-londini og ES-tingið vorðin samd um, og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von Der Leyen, legði avtaluna fram á tíðindafundi fyrrapartin.

- Hetta er eitt nýtt tíðarskeið, har vit siga endaliga farvæl við russiskt gass, segði hon.

 

Dan Jørgensen. (Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Danski ES-nevndarlimurin, Dan Jørgensen, var eisini á tíðindafundinum, og hann frøist um avtaluna:

 

03122025_Dan_Jorgensen

 

Talan er ikki um smápengar, tí  í oktober komu 12 prosent av øllum gassi til ES úr Russlandi.

Í fjør keyptu ES-londini russiskt gass fyri slakar 120 milliardir krónur.

Næsta stig verður at banna innflutninginum av russiskari olju, sigur Dan Jørgensen.

ES-nevndin fer at leggja fram uppskot um tað við ársbyrjan næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809