Irak: Lóg um hjúnaband við smágentur á veg

Irak: Lóg um hjúnaband við smágentur á veg
Irakiska stjórnin hevur gjørt eitt lógaruppskot, sum loyvir pedofili og neyðtøku innan karmarnar í hjúnalagi. Mannarættindafelagsskapir finnast at
Stjórnin í Irak ætlar at loyva monnum at gifta seg við 9-ára gomlum smágentum, sambært nýggjum lógaruppskoti
Mynd: AP  
 
18.03.2014 - 17:40

Stjórnin ætlar at loyva monnum at gifta seg við 9 ára gomlum smágentum, at gera tað lógligt fyri mannin at neyðtaka konu sína, umframt at tað skal tryggjast við lóg, at menn altíð skulu fáa foreldramyndugleikan í samband við hjúnaskilnað.

21 av 29 umboðum í stjórnini taka undir við uppskotinum, sum skal samtykkjast í irakiska tjóðartinginum, áðrenn tað kemur í gildi.

Higartil hava bæði gentur og dreingir skula verið 18 ár, áðrenn tey hava kunnað gingið saman í hjúnalag, men irakski løgmálaráðharrin, Hassan al-Shimari, sigur, at hetta aldursmarkið er brot á Sharia, og at tað tí eigur at verða broytt.

Mannarættindafelagsskapir finnast at

Mannarættindafelagsskapir finnast hvassliga at ætlaðu broytinginum. Millum annað sigur Yana Mohammed frá felagsskapinum, Frælsi hjá kvinnum í Irak, at nýggja lógin eggjar til pedofili.

- Hetta kundi kanska verið hent fyri 2000 árum síðani, men ikki í dag, sigur Yana Mohammed við týsku avísina Die Welt.

Varastjórin fyri Human Rights Watch í Miðeystri og Norðurafrika, Joe Stork, sigur við Die Welt, at verður lógin samtykt er tað eitt vanlukkuligt og diskriminerandi afturstig fyri gentur og kvinnur í Irak.

Umframt nevndu broytingarnar mælir lógaruppskotið til, at tað ikki skal vera loyvt hjá muslimum at gifta seg við einum, sum ikki er muslimur, og so skulu kvinnur eisini hava avmarkaðan arvarætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. august
Praktikanturin: Anna Helena Eysturoy Lassen
195160
Fríggjadag 1. august
Radio Stjernekilde II - part 8
195151
Fríggjadag 1. august
RagnarRokk: Roine Stolt um Love
194169
Fríggjadag 1. august
Morgunlestur fríggjadagur 1. august 2025
194903
Hósdag 31. juli
Millum tøkini #7: Ólavsøkuróðurin
195124
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. august
Veðrið
195172
Týsdag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudag
195038
Týsdag 29. juli
Tingið verður sett
195033
Týsdag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
195031
Mánadag 28. juli
Á Ólavsøku 2025
195019