Óvissa um eftirlitið við avlurtingini

Óvissa um eftirlitið við avlurtingini
Dátueftirlitið mælir til at bíða við avlurtingarpakkanum. Óvist er, um eftirlitið verður í Føroyum ella í Danmark
Óvist er, hvør lagnan verður hjá avlurtingarpakkanum í løgtinginum
 
22.04.2014 - 11:25

Tað stendur i hoyringssvari til Vinnumálaráðið.

Avlurtingarpakkin áleggur fjarskiftisveitarunum í Føroyum at hava tøkniliga útgerð og skipanir, so løgreglan kann gera inntriv í fráboðanarskylduna.

Við tí verður ásett í lóg, at føroysku fjarskiftisveitararnir skulu vera dátuviðgerarar fyri dátuábyrgdaran, sum er løgreglan.

Sambært føroysku persónsupplýsingarlógini er dátuábyrgdari ein almennur myndugleiki, sum ásetir endamálið við viðgerðini, og hvørji hjálparamboð kunnu brúkast.

Ein dátuviðgeri er ein almennur stovnur, sum vegna dátuábyrgdaran viðger persónsupplýsingar.

Fyri ríkismyndugleikarnar í Føroyum er danska persónsupplýsingarlógin ikki galdandi.

Dátueftirlitið heldur, at lógaruppskotið elvir til tann trupulleika, at tað verður torført at staðfesta, um tað er tann fyri ríkismyndugleikarnar galdandi lóggáva ella føroyska persónsupplýsingarlógin, sum skal galda. Og tá, um føroyska ella danska Dátueftirlitið er eftirlitsmyndugleiki.

Landsstýrið hevur í nógv ár roynt at dagføra lógina, men higartil uttan úrslit.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329