Í minsta lagi 40 fólk druknað

Í minsta lagi 40 fólk druknað
Í minsta lagi 40 flóttafólk eru druknað, eftir at ein bátur við flóttarfólkum koppaði útfyri libyska høvuðsstaðin, Tripoli
Í minsta lagi 40 flóttafólk eru druknað, eftir at báturin, tey vóru í, holvdist útfyri libyska høvuðsstaðin, Tripoli
Mynd: Kort: Google Earth  
 
11.05.2014 - 17:01

<p>51 fólk vórðu bjargað, tá báturin koppaði. Økið við eysturstrondina í Libya verður nógv nýtt&nbsp;sum umskipingarstað fyri fólk, ið royna at sleppa til Evropa.</p>

<p>Í november í fjørt doyðu meira enn 230 fólk, tá ein bátur við flóttarfólkum sakk uttan fyri italsku oynna Lampedusa. Í mars mánað doyðu 42 flóttafólk, tá batur teirra holvdist.</p>

<p>Mett verður, at millum 17.000 og 20.000 fólk eru deyð seinastu 20 árini á sjónum í royndini at sleppa úr Afrika til Evropa í útróðarbátum og øðrum bátum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604