Barak Obama og Vladimir Putin høvdu stuttan fund

Barak Obama og Vladimir Putin høvdu stuttan fund
Forsetarnir hittust á 70 ára hátíðarhaldinum eftir D dagin og løgdu dent á, at neyðugt er at steðga bardøgunum í Urkaina.
Savnsmynd
 
07.06.2014 - 11:57

Amerikanski forsetin, Barack Obama, og russiski starvsbróðir hansara, Vladimir Putin, hittust í gjár í sambandi við 70 ára haldið fyri D-degnum í Normandínum.

Viðurskiftini millum USA og Russland hava verið kaldlig, síðani Russland legði Krim-hálvoynna undir seg. 

Tíðindastovurnar skriva, at báðir forsetarnir løgdu dent á, at neyðugt er at steðga bardøgunum í Urkaina. Fundurin vardi bert 15 minuttir.

Obama heitti á Putin um at viðurkenna, at Ukraina hevur valt Petro Porosjenko til forseta. 

Fyrr í gjár hitti Putin eisini nýggja ukrainska forsetan, og sambært franska forsetanum, Francois Hollande, eru Porosjeno og Putin samdir um at fara undir samráðingar um, hvussu endi kann fáast á bardøgunum millum stjórnardeildir og uppreistrarmenninar. 

Higartil hevur Putin givið Ukraina skyldina fyri harðskapin har eysturi í landinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086