Nýggi ukrainski forsetin mælir til frið

Nýggi ukrainski forsetin mælir til frið
Amerikanski varaforsetin var hjástaddur, tá Petro Poroshenko var settur í forsetaembætið
Petro Poroshenko vann forsetavalið 25. mai og varð tikin í eið í dag
Mynd: Savnsmynd  
 
07.06.2014 - 16:04


Petro Poroshenko varð í dag tikin í eið sum forseti í Ukraina. Hann segði seg vilja hava semju við fólkið í Eysturukraina og hvørki kríggj ella hevnd.

Men Petro Poroshenko segði seg eisini hava sagt við russiska forsetan, at Krim hálvoyggin fór altíð at vera partur av Ukraina.

Krim varð innlimað í russiska samveldið eftir kollveltingina í Ukraina, ið fekk russiskt vinarliga forsetan at flýggja til Russlands, har hann hevur verið síðani.

Millum útlendsku stjórnarumboðini í Kiev í dag var amerikanski varaforsetin Joe Biden.

Russiski sendiharrin í Kiev, Mikhail Zurabov, var eisini hjástaddur og segði aftaná hátíðarhaldið, at ukrainska stjórnin eigur at enda hernaðartiltøkini treytað av at uppreistrarliðini í Eysturukraina samstundis seta í verk vápnahvíld.

Samstundis sum ynskini um frið vóru borin fram í Kiev, vóru samanbrestir millum ukrainska stjórnarherin og uppreistrarlið bæði eysturi í Sloviansk og suðuri í Mariupol.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262