Landsstýrismaðurin fegnast um nýggja strategi

Landsstýrismaðurin fegnast um nýggja strategi
Tað er í tøkum tíma, at brúkarin kemur í fremstu røð, sigur Johan Dahl um nýggju ætlanirnar hjá Atlantsflogi
 
18.06.2014 - 13:38

- Dagførda Vága Floghavn varð tikin í nýtslu í gjár, og í dag hevur Atlantsflog lagt fram eina skilagóða strategi. Saman peika hesi rætta vegin fyri føroyskar brúkarar.

Tað sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, nú Atlantsflog hevur almannakunngjørt framtíðarætlan og -másetningar sínar í "Strategi 2018".  Johan Dahl umboðar nú allan partapeningin í Atlantsflogi

Yvirskipað sigur flogfelagið seg vilja gera tað bíligari, lættari og einfaldari hjá brúkarum at ferðast loftvegis úr og til Føroya.

Brúkarin í fremstu røð

- Fokus er á tí rætta, og tað er í tøkum tíma, at brúkarin kemur í fremstu røð. Tað hava mong saknað í mong ár.  Nýggja leiðslan brúkar fyrst og fremst lyklaorðið "bíligari", og júst tað hevur stóran týdning. Føroyski brúkarin vil hava bíligari flogferðir, og tað er eisini høvuðsprioriteturin hjá mær sum landsstýrismanni í samferðslumálum, sigur Johan Dahl.

- Flogfelagið gevur í dag eitt týðandi lyfti um, at tað verður bíligari, lættari og einfaldari at vera kundi. Hetta lyftið má Atlantsflog liva upp til, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum í tíðindaskrivi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815