Alivirksemið hjá Fútakletti umhvørvisgóðkent

Alivirksemið hjá Fútakletti umhvørvisgóðkent
Í góðkenningini eru settar treytir um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum
 
23.06.2014 - 15:45

Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent alivirksemið hjá P/F Fútakletti á alifirðinum Miðvágur/Sandavágur, Vágafirði og Hestfirði. 

Talan er um tvey aliøki, annað í Miðvági/Sandavági og hitt við Velbastað. 

Dálking ávirkar umhvørvið

Umhvørvisstovan skrivar, at aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni.  Fóður, sum ikki verður etið, saman við skarni frá fiskinum, søkkur niður á botn, har tað kann hópast upp. 

Harafturat er ávís dálking frá heilivági og evnum, sum verða nýtt til at viðgera aliútgerðina. Tað er serliga kopar, sum ofta verður nýtt í sambandi við impregnering av alinótum.

Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at tey evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Í góðkenningini eru settar treytir  um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum av botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. 

Gjørdu viðmerkingar

Undan góðkenningin, varð uppskotið til umhvørvisgóðkenning sent Fútakletti, Heilsufrøðiligu starvsstvouni, Vága kommunu og Tórshavnar Kommunu. Fútaklettur og Heilsufrøðiliga starvsstovan høvdu ongar viðmerkingar.

Tórshavnar Kommuna ger vart við, at tvær spillivatnsútleiðingar liggja út frá Velbastað.

Vága kommuna spurdi í sínum viðmerkingum, hvør fylgir við dálkingarstøðuni. Og tað ger P/F Fútaklettur. Alifelagið skal sjálvt fylgja dálkingarstøðuni, og Umhvørvisstovan skal fylgja við, at ásettar treytir verða hildnar. Og botnkanningar verða kravdar sum partur av eftirlitinum hjá Umhvørvisstovuni.

Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri at seta fisk út aftur á staðnum, skrivar Umhvørvisstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523