Faroe Origin 14 mió. kr. í nýggjum partapeningi

Faroe Origin 14 mió. kr. í nýggjum partapeningi
Eigararnir hava frammanundan niðurskrivað 64 milliónir kr. at rinda hall við
Faroe Origin eigur m.a. flakavirkið í Runavík
 
04.07.2014 - 09:43

P/f Faroe Origin hjá Bacalao, Varðanum og Framherja, sum rekur flakavirki og trolarar, hevur sett 14 milliónir krónur í felagið í nýggjum partapeningi.

Tað skrivar Vinnuvitan.fo

Samstundis er gamli partapeningurin, sum vará 14 milliónir, niðurskrivaður til null til at rinda hall við. Í fjør summar varð upprunaligi partapeningurin, sum var 50 milliónir krónur, niðurskrivaður til null, eisini til at rinda hall.

Niðurskrivað 64 mió. kr.

Eigararnir hava sostatt niðurskrivað 64 millónir krónur ella allan partapeningin til null, og síðani reist 14 milliónir í nýggjum partapeningi. 

Síðani Faroe Origin varð stovnað fyri trimum árum síðani, hava eigararnir sett 78 milliónir kr. í felagið, upplýsir Vinnuvitan.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744