Óvanliga friðarligt hjá løgregluni í nátt

Óvanliga friðarligt hjá løgregluni í nátt
Bert smávegis hendingar hava verið , - onkur súkkla er stolin og onkur er dottin
 
06.07.2014 - 10:11

Ein maður var dottin og hevði fingið skaða í andlitið. Maðurin hevði drukkið ov nógv og var illur í sær. Løgreglan fekk tó sissað mannin, sum varð fluttur á skaðastovuna til kanningar. 

Ein kona varð dottin í eini trappu, og ein gentusúkkla er stolin í Havn.

Vakthavandi á politistøðini í Havn, Per Skov, sigur, at tað hevur verið óvanliga friðarligt, tá hugsað eisini verður um, at ikki minni enn fýra stór tiltøk hava verið kring landið um vikuskiftið, - regatta í Hvalvík, stevna í Vestmanna og Fuglafirði og Liva-tiltakið á Tvøroyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025