Íslendingar eiga at keypa rúsdrekka í handlum

Íslendingar eiga at keypa rúsdrekka í handlum
Íslendski Sjálvstæðisflokkurin fer í heyst at seta fram uppskot um, at loyvt skal verða at selja rúsdrekka í handlunum
 
13.07.2014 - 15:51

Vilhjálmur Arnason, altingslimur fyri Sjálvstæðisflokkin, sigur við blaðið Vísir, at málið hevur skund. Hann væntar, at rúsdrekkavanarnir hjá íslendingum fara at broytast, soleiðis, at fólk keypa meira av víni at hava aftur við matinum, og ikki stórkeyp, tá tey einaferð fara í Einkarsøluna at keypa.

- Vit loysa ikki rúsdrekkatrupulleikarnar í landinum við avmarkingum, men heldur við opinleika og upplýsing um vandan við rúsdrekka, sigur Vilhjálmur Arnason.

Undirtøka fyri uppskotinum

Blaðið hevur spurt altingslimir, um teir taka undir við uppskotinum hjá Vilhjálm.

Í hvussu er 30 altingslimir fara at atkvøða fyri uppskotinum, um tað verður lagt fyri tingið og 22 hava ikki tikið støðu. Fyri at uppskotið skal verða samtykt, verður neyðugt hjá samgonguni at fáa tveir andstøðu-tinglimir at atkvøða fyri uppskotinum, skrivar Visir.is. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at uppskot um sølu av rúsdrekka í handlum. Í 2007 varð uppskot lagt fyri Altingið, og tað fall. Og aftur í 2008, og tá fall tað eisini, skrivar Visir.is.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203