Forsætisráðharrin í Ukraina lagt frá sær

Forsætisráðharrin í Ukraina lagt frá sær
Arseni Jatsjenkuk, forsætisráðharri í Ukraina, hevur valt at leggja frá sær eftir at tað er komið fram, at tveir flokkar fara úr stjórnini
Forsætisráðharrin í Ukarina, Arseni Jatsjenkuk, leggur frá sær, nú tveir samstarvsflokkar í stjórnini hava boðað frá, at teir fara úr stjórnini
Mynd: AP  
 
25.07.2014 - 09:40

<p>Forsætisráðharrin í Ukarina, Arseni Jatsjenkuk, hevur lagt frá sær, eftir at tveir av samstarvsflokkunum í stjórnini hava boðað frá, at teir fara burtur úr stjórnini.</p>

<p>Jatsenjuk váttar sjálvur fyri altjóða tíðindastovum í dag, at hann leggur sær orsaka av ósemjuni í stjórnini og teimum blokeringum, sum hava verið í sambandi við eina røð av átøkum, sum forsætisráðharrin og flokkur hansara ætlaðu at seta í verk.</p>

<p>Enn er ógreitt, um forsetin í Ukraina, Petro Porosjenko, fer at skriva út val, nú stjørnin er sindrað.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203