Leiðandi ebola-yvirlækni deyður av sjúkuni

Leiðandi ebola-yvirlækni deyður av sjúkuni
Ein av yvirlæknunum, ið hevur staðið á odda at basa ebola-sjúkuni í Vesturafrika, er nú sjálvur deyður av herviligu sjúkuni
Sheik Umar Kahn, ið hevur staðið á odda í stríðnum at basa ebola-sjúkuni, er nú sjálvur deyður av sjúkuni. Umar Kahn er tann næsti læknin, ið hevur fingið staðfest ebola-sjúkuna
Mynd: AP

30.07.2014 - 16:04

39 ára gamli Sheik Umar Kahn, ið hevur viðgjørt fleiri enn 100 fólk í Sierre Leone í Vesturafrika fyri ebola-sjúkuna, doyði í gjár. Tað upplýsa heilsumyndugleikarnir, sambært tíðindastovuni AP.

Sheik Umar Kahn varð í seinastu viku innlagdur á eina viðgerðarstovu hjá Læknum uttan landamørk, har Umar Kahn sjálvur var í viðgerð fyri ebola-sjúkuna.

Frammanundan hevði afrikanski læknin staðið á odda fyri størstu viðgerðarstovuni í býnum Kenama, umleið 300 kilometrar frá høvuðsstaðnum í Sierra Leone, Freetown.

Skýrdur tjóðarhetja

Miatta Kargbo, heilsumálaráðharri í Sierra Leone, hevur skýrt Sheik Umar Kahn tjóðarhetju, og hevur róst honum fyri sín lut at basa ebola-sjúkuni og bjarga lívinum hjá fólki í Vesturafrika.

Sheik Umar Kahn, ið doyði av ebola-sjúkuni í gjár, týsdagin, varð smittaður av systur síni, sigur kona Sheik Umar Kahn í samrøðu við tíðindastovuna AP.

Tilsamans eru 662 fólk nú deyð av herviligu ebola-sjúkuni, síðan sjúkan tók seg upp í januar mánað í ár. Í Sierra Leone, har Sheik Umar Kahn starvaðist, hevur ebola-sjúkan higartil kravt 159 lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770