Flogskipari: - Tekur mánaðir at sløkkja skógareld

Flogskipari: - Tekur mánaðir at sløkkja skógareld
Tað fer at taka nógvar vikur ella fleiri mánaðir at basa herviliga skógareldinum í Svøríki, meta flogskiparar, ið eru boðsendir at basa eldinum
Tað fer at taka nógvar vikur ella fleiri mánaðir at basa ógvusliga skógareldinum, sum herjar í Svøríki, meta flogskiparar, ið eru boðsendir úr Italia og Fraklandi
Mynd: AP

07.08.2014 - 08:22

Fimm fyrrverandi flogskiparar á hernaðarflogførum úr Italia og Fraklandi stríðast í hesum døgum við at fáa tamarhald á skógareldinum í Svøríki, ið tamarhald ikki er á.

Útlitini, at fáa tamarhald á skógareldinum, ið er tann ringasti í Svøríki í nýggjari tíð, eru tó ikki góð, siga flogskipararnir sambært norska kringvarpinum, NRK.

- Fólk eru fingin burtur frá teimum smærru bygdunum, og nú eru fólk ikki í lívsvanda, sigur ein av flogskiparunum, ið flýgur eitt av flogførunum, ið sleppur vatn í økinum.

Eitt fólk latið lív

Eitt fólk hevur higartil latið lív í ógvusliga skógareldinum í Svøríki, ið er tann ógvusligasti skógareldurin í nýggjari tíð, sambært svenskum fjølmiðlum.

Myndugleikarnir hava flutt 1.000 fólk burtur frá húsunum hjá sær, meðan 4.500 onnur fólk hava fingið boð um, at tey skulu gera seg til reiðar at rýma frá húsum.

Higartil hevur skógareldurin brent 190 ferkilometrar av skóg, og fleiri bygningar eru eisini brendir í grund, síðan skógareldurin kyknaði í útnyrðing úr Stockholm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770