Heilsuhjálparafelagið: Óskiljandi og álvarsamt

Heilsuhjálparafelagið: Óskiljandi og álvarsamt
Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum undrast á, at so fá hava søkt inn á útbúgvingina sum heilsuhjálpari, sum nú eisini verður í Havn
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
 
27.05.2026 - 09:23

- Hetta er púra óskiljandi og álvarsamt. 

Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, nú ivasamt er, um nýggi heilsuhjálparaflokkurin hjá Heilsuskúlanum, sum eftir ætlan eisini skal vera í Havn, verður settur á stovn.

Ov fá hava søkt inn á útbúgvingina.

Bara 16 umsóknir komu, men tað er í fyrsta umfari ikki nóg mikið til at seta flokkin á stovn.

Heilsuskúlin hevur sett sum krav, at minst 20 næmingar skulu vera í flokkinum. 

Hóast ein faklærdur heilsuhjálpari fær umleið 2.500 krónur meira um mánaðin enn ein ófaklærdur á endastigi, skal meira til at gera útbúgvingina nóg lokkandi, sigur Mary Antonsdóttir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27052026_Mary_A

. 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952