Anita komin aftur í føroyskan sjógv

Anita komin aftur í føroyskan sjógv
Skipið roynir við gørnum tætt við markið millum Føroyar og Ísland
 
22.08.2014 - 15:22

Garnaskipið Anita er komið aftur í føroyskan sjógv at royna.

Anita kom beint fyri midnátt mikukvøldið. Hon roynir vestan fyri Mykines, tætt við markið millum Føroyar og Ísland. Skipið hevur loyvi at fiska havtasku og svartkalva við gørnum. 

Anita fór 28.juni av Runavík til spanska býin Santa Uxia Ribeira, hagar skipið kom 4.juli, at rigga til at fara aftur til fiskiskap. 

Og haðani fór Anita so fríggjadagin í síðstu viku við kós móti Føroyum.  

Løgmaður ræður

Fyrr í summar upplýsti Jacob Vestergaard, at løgmaður ger av, um Anita sleppur aftur til fiskiskap við føroyskum veiðiloyvi. Vørn hevur nevnt møguleikan at taka aftur veiðiloyvi og tá samstundis øll fiskirættindini hjá Anitu. 

Heimildina at gera tað hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Men av tí at umsitingin hjá landsstýrismanninum er ógegnig at viðgera málið, hevur løgmaður avgjørt sjálvur at viðgera og avgera, um veiðiloyvið hjá Anitu skal takast aftur.  Á Løgmansskrivstovuni verður upplýst í dag, at har er eingin avgerð tikin, men arbeitt verður við málinum.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523