Týskarar umhugsa hernaðarligan stuðul

Týskarar umhugsa hernaðarligan stuðul
Í morgin fer týski samveldiskanslarin, Angela merkel at taka støðu til, um Týskland skal senda vápn til kurdarnar í Norðurirak
 
30.08.2014 - 12:22

Í morgin fer týski samveldiskanslarin, Angela merkel at taka støðu til, um Týskland skal senda vápn til kurdarnar í Norðurirak, sum eru undir trýsti av uppreistrarfelagskapinum, IS.
Tá USA gjørdi av at leypa á Irak fyri 11 árum síðani, vildi Týskland ikki vera við í átakinum. Men líkt er nú til, at Týskland er sinnað at vera við í einum átaki í Irak.
Samtykkir samveldistingið upskotið frá stjórnini, so er tað fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at Týskland beinleiðis leggur seg út í stríð í einum øðrum landi, við at lata vápn.
Angela Merkel hevur upplýst, at umleið 400 av hermonnunum hjá IS, eru úr Týsklandi, og tí kunnu vit ikki venda bakið til sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985