Næraberg undantaksloyvi frá íslendsku stjórnini

Næraberg undantaksloyvi frá íslendsku stjórnini
Slapp at bunkra í Reykjavík, tá avtornaði. Er nú aftur á fiskileið við Vesturgrønland
Næraberg fór úr Reykjavík sunnukvøldið
 
02.09.2014 - 07:34

Trolarin Næraberg fekk, tá avtornaði, allar tær tænastur, sum skip plaga at fáa í íslendskum havnum. 

Og um sjey-tíðina sunnukvøldið fór Næraberg úr Reykjavík aftur til fiskiskap við Vesturgrønland.

Tá var maskinan umvæld, og Næraberg hevði bunkrað, sigur íslendska kringvarpið, RÚV.

Sjónvarpið hjá RÚV hevði samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, í gjárkvøldið.

Hann segði, at hann fríggjakvøldið ringdi til íslendska forsætisráðharran, Sigmund Davið Gunnlaugsson, og tosaði við hann um Næraberg.  

Havnarfútin undrast

Havnarfútin í Reykjavík, Gísli Gíslason, undraðist stórliga á boðini frá myndugleikunum um ikki at veita Nærabergi nakra tænastu. 

Hann skrivaði til tríggjar ráðharrar, innanríkisráðharran, fiskimálaráðharran og uttanríkisráðharran og spurdi, um lógin um havnir ikki er oman fyri lógina um fiskiskap hjá útlendskum skipum.  

Og havnarfútin í Reykjavík spurdi eisini ráðharrarnar, hvussu Hoyvíkssáttmálin skal skiljast og tulkast og nær, hann er galdandi. 

Á Facebook bóðu knappliga 13.000 íslendingar føroyingar um umbering fyri viðferðina, Næraberg fekk.

Sambært lógini

Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, sigur, at Næraberg varð viðgjørdur sambært íslendskari lóg. 

Í somu støðu hevði eitt íslendskt skip fingið somu viðferð í Føroyum, sigur hann við RÚV. 

Men Fiskimálaráðið gav tó Nærabergi undantaksloyvi. Og sunnudagin slapp Næraberg, sum kom til Reykjavíkar fríggjadagin, at bunkra har. 

Hoyvíksfundur í dag

Í dag verður fundur í Reykjavík  millum løgmann og íslendska uttanríkisráðharra, Gunnar Braga Sveinsson, um Hoyvíkssáttmálan. Næraberg er í fundarskránni. 

Grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, verður við sum eygleiðari, tí Føroyar og Ísland vilja hava Grønland við í Hoyvíkssáttmálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634