Læknar uttan landamørk: Heimurin tapir ímóti ebola

Læknar uttan landamørk: Heimurin tapir ímóti ebola
Heimurin er við at tapa stríðið ímóti ebola-sjúkuni. Tað er dapri boðskapurin frá felagsskapinum, Læknar uttan landamark
Heimurin er við at tapa stríðið ímóti ebola-sjúkuni, metir felagsskapurin, Læknar uttan landamørk, eftir at ST hevur umrøtt sjúkuna
Mynd: AP

03.09.2014 - 10:26

Boðskapurin hjá felagsskapinum kemur eftir at ST hevur umrøtt sjúkuna, sum ger um seg í fleiri afrikanskum londum. ST hevur gjørt upp, at yvir 3.000 fólk eru sjúk, og at helvtin av teimum eru deyð. Og sjúkan breiðir seg framvegis.

Forsetin í felagsskapinum, Læknar uttan landamark, Joanne Liu, sigur, at felagsskapurin hevur viðgjørt yvir 1.000 sjúklingar síðani í mars, men kortini er tað langt frá nóg mikið. Tí heitir hon á heimsins lond um hjálp.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/07/31/yvirlit-so-nogv-folk-eru-deyd-av-ebola-... So nógv fólk eru deyð av ebola síðan 1976

Sjúkrarøktarfrøðingar í Liberia vilja ikki vera um ebola-sjúklingar, tí tey eru ov illa vard, og krevja samstundis hægri løn. Heimsheilsustovnurin, WHO, upplýsir, at roknast kann við, at minst 20.000 fólk verða smittað, áðrenn tamarhald fæst á sjúkuni.

Sjúkan varð staðfest í desember í fjør, og hevur síðani breitt seg til fleiri lond í Afrika. Enn er sjúkan ikki staðfest í Europa, men vandi er fyri at fólk, sum vitja afrikansku londini, kunnu bera smittuna heim aftur við sær, sigur leiðarin í heimsheilsutovninum, Margareth Chan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andaktin
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285