Varðhaldsfongslingin longd uttan rættarfund

Varðhaldsfongslingin longd uttan rættarfund
Maðurin, sum er skuldsettur fyri manndráp, hevur framvegis ikki tikið støðu til skuldarspurningin
Politiið ger kanningar í Hvalba
 
04.09.2014 - 12:39

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri einum manni í Hvalba tann 9.august, skal vera fýra vikur afturat í varðhaldinum í Mjørkadali.

Varðhaldsfongslingin verður longd fýra vikur, til 3.oktober, uttan rættarfund. 

Í grundlógaravhoyring 10.august varð 23 ára gamli maðurin varðhaldsfongslaður til 5.september.   

Manndráp

Maðurin er skuldsettur fyri manndráp. Hann er skuldsettur fyri at hava stungið ein 36 ára gamlan mann tríggjar ferðir í hálsin.

Í grundlógaravhoyringini tók skuldsetti maðurin ikki støðu til skuldarspurningin. Og tað hevur hann framvegis ikki gjørt, sigur verjin hansara, Christian Andreassen.

Skuldsetti maðurin hvørki játtar ella noktar seg sekan.

Tøkniligu kanningarnar í málinum eru ikki lidnar, og tað er mentalkanningin heldur ikki.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087