Kvinnurørslan tapti fyri Svøríkidemokratunum

Kvinnurørslan tapti fyri Svøríkidemokratunum
Royndin hjá kvinnurørsluni at koma upp um sperrumarkið á valinum í Svøríki í gjár eydnaðist ikki, men tær settu dagsskránna á valinum
Svenski ríkisdagurin

15.09.2014 - 07:45

Við 3,1 prosenti av atkvøðunum megnaði Kvinnurørslan ikki at koma upp um sperrumarkið, sum er 4,0 prosent. Men Hanne Sanders, professari í søgu við lærda háskúlan í Lund, heldur tó, at boðskapurin hjá teimum kom til sjóndar.

- Sum einasti flokkur, ið viðger og samantvinnar rasuhatur og stríðið at vinna konufólki somurættindi sum mannfólk, hava tær verið við í valstríðnum, sigur Hanne Sanders við Ritzau-tíðindastovuna.

Ónøgdar við kósina

Og boðskapurin hevur fingið stuðul frá millum annað ungum kvinnum, sum eru ónøgdar við kósina, sum samfelagið hevur sett út í kortið.

- Aðal stríðmálið hjá teimum er at stríðast móti hvíta manninum. Tær siga, at tað er hann, sum hevur vald yvir kvinnuni, og hann hevur skapt so nógv vánaligt í samfelagnum, sigur Hanne Sanders, og leggur aftrat:

- Flokkurin er úrslit av svensku kvinnurørsluni, sum fyrr stríddist móti politisku skipanini. Tær hava tosað við kvinnur, sum siga, at vit siga nógv, men hvat verður framt í verki.

Stríðið heldur fram

Leiðarin fyri flokkinum, Feministerna, Gudrun Schyman, harmast ósigurin, men stríðið heldur fram, sigur hon.

Leiðarin fyri sosialdemokratunum, Stefan Löfven, verður helst nýggjur forsætisráðharri í Svøríki. Fyri framman stendur trupla uppgávan, næstu dagarnar at fáa stuðul og at skipa nýggja stjórn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292