Forsetavalevni gjørt semju um stjórn

Forsetavalevni gjørt semju um stjórn
Valevnini til forsetavalið í Afghanistan, Ashraf Ghani og Abdullah Abdullah, hava skrivað undir eina avtalu, ið skal tryggja landinum nýggja stjórn
Abdullah Abdullah (til vinstru) og Ashraf Ghani hava í dag skrivað undir eina avtalu, ið skal tryggja Afghanistan nýggja stjórn
Mynd: AP

21.09.2014 - 17:37

- Óhefta valnevndin kunnger, at Ashraf Ghani verður nýggjur forseti í Afghanistan, og valstríðið við hesum er komið at enda. Tað segði ein talsmaður fyri valnevndina, tá avtalan varð undirskrivað og send beinleiðis í afghanskum sjónvarpi fyrr í dag.

Undirskriftirnar vórðu festar á blað, í kjalarvørrinum á klandrinum, ið tók seg upp aftaná forsetavalið í Afghanistan í summar. Avtalan tryggjar, at Ashraf Ghani verður nýggjur forseti í Afghanistan í eini nýggjari savningarstjórn hjá landinum.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/04/06/hottu-vid-atsoknum-helvtin-av-folkinum-...óttu við atsóknum: Helvtin av fólkinum á vali

Abdullah verður umsitingarligur stjóri, ið gevur honum somu heimildir sum ein forsætisráðharri vanliga hevur, skriva útlendskir miðlar. Hamid Karzai, fráfarandi forseti í Afghanistan, fegnar avtaluni. Karzai vónar, at avtalan fer at tryggja framburð og menning fyri Afghanistan.

Forsetavalið í Afghanistan varð hildið í tveimum umførum. Tað fyrra valið var í apríl og tað seinna í juni. Endaliga fínteljingin av valinum í Afghanistan verður ætlandi eisini løgd fram í Kabul seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290