- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsti ebola tilburðurin í USA staðfestur

Tað er staðfest, at maðurin er sjúkur av ebola sjúkuni. Í løtuni er maðurin avbyrgdur á Texas Health Presbyterian Hospital í Dallas, skrivar BBC.

Hildið verður, at maðurin fekk ebola sjúkuna í Liberia tvær vikur áðrenn hann kom til USA við sjúkuni. Læknar gera alt, teir eru mentir, fyri at hjálpa manninum, sigur ein talsmaður fyri sjúkrahúsið.

SÍ EISINI Rópa varskó um ebola

Maðurin fekk fyrstu sjúkueyðkennini 24. september og varð innlagdur á sjúkrahúsið í Texas fýra dagar seinni, 28. september, har hann hevur verið avbyrgdur síðan.

Enn er ikki greitt, hvussu leingi maðurin hevur verið í USA, áðrenn tað varð staðfest, at hann er sjúkur av ebola. Higartil eru yvir 3.000 fólk deyð av ebola í Vesturafrika, har sjúkan hevur herjað síðani í februar.

SÍ EISINI Føroyar til reiðar til ebola

Amerikanski læknin, Kent Brantley, gjørdist sjúkur av ebola í summar, og varð fluttur til USA. Hann varð viðgjørdur við einum higartil ókendum heilivági og gjørdist frískur aftur.