- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir ráðharrar í Grønlandi leggja frá sær

Ráðharrarnir Nick Nielsen og Jens-Erik Kirkegaard, úr Siumut, og Steen Lynge, úr Atassut, leggja nú frá sær, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq, á netinum.

Fráboðanin kemur eftir at tað er komið fram, at Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, hevur brúkt 106.000 krónur hjá landinum til privat endamál.

SÍ EISINI L... rindaði fyri familjuferð

- Vit hava boðað frá, at vit fara úr stjórnini, tí vit ikku kunnu góðtaka tað, ið er farið fram, siga Nick Nielsen og Jens-Erik Kirkegaard í einum tíðindaskrivi, ið er sent miðlum.

Aleqa Hammond fekk í gjár góðkent ynski sítt um at sleppa í farloyvi meðan málið verður kannað. Tíðindafundur, har meira verður at frætta, verður hildin seinni í dag.