Fleiri lond vilja søkja at málum hjá IS

Fleiri lond vilja søkja at málum hjá IS
Danska fólkatingið samtykti í gjár at senda flogfør til felags átakið ímóti IS í Sýria og Irak
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
03.10.2014 - 08:33

Talan er um sjey donsk flogfør, men talan verður ikki um at senda herfólk á landi. Tjóðartingið í Turkalandi samtykti eisini í gjár at loyva turkiska herinum at søkja at málum í Sýria og Irak. 

Turkaland hevur leingi bíðað við avgerðini, tí fólk á sendistovuni hjá Turkalandi í Mosul hava verið gíðslar hjá IS. Tey vórðu latin leys 20. september.

Turkaland er undir stórum trýsti, tí IS tekur seg fram í Sýria, og roynir at taka býir tætt við sýriska markið. Av tí sama streyma nógv flóttafólk um markið til Turkalands.

Turkaland sum millumstøð

Loyvið sum turkiski herurin hevur fingið til hernaðarligt virksemi í Sýria og í Irak, er galdandi í eitt ár. Samtyktin gevur eisini fremmandum londum at nýta Turkaland í sínum átøkum á IS.

Australski forsætisráðharrin, Tony Abbot, sigur í morgun, at Australia fer at senda flogfør sum skulu vera við í stríðnum ímóti IS, og landið fer eisini at senda serkøn fólk til Irak, sum skulu hjálpa irakiska herinum í stríðnum.

Um 60 fólk eru farin úr Australia at stríðast saman við IS, og tí hevur Australia hert trygdareftirlitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816