Svøríki: Løfven verður forsætisráðharri

Svøríki: Løfven verður forsætisráðharri
Stefan Løfven fer at skipa stjórn saman við Umhvørvisflokkinum, og ráðharralistin verður almannakunngjørdur seinni í dag
 
03.10.2014 - 09:16

132 tinglimir atkvøddu fyri javnaðarmanninum, Stefan Løfven, meðan 49 atkvøddu ímóti 154 tinglimir greiddu ikki atkvøðu, og 14 hildu seg burtur.

Í Svøríki er skipanin, at um minni enn helvtin av tinglimunum, 175, ikki atkvøða ímóti, so er forsætisráðharrin valdur. Tað vóru fyrrverandi borgarligu samgonguflokkarnir sum ikki greiddu atkvøðu.

Ráðaharralistin kunngjørdur í dag

Men tað merkir ikki flokkarnir fara at stuðla stjórnina, sigur talskvinnan hjá Moderatunum, Anna Kinberg Batra.

Sverigedemokratarna, sum er ímóti innflytarum, atkvøddi ímóti Stefan Løfven, sum hevur sagt at hann ikki fer at samstarva við tann flokkin.

Stefan Løfven fer at skipa stjórn saman við Umhvørvisflokkinum, og ráðharralistin verður almannakunngjørdur seinni í dag, sigur nývaldi forsætisráðharrin. hann vil ikki hava Vinstraflokkin við í minnilutasamgonguna, men hann fer at samstarva við flokkin um m.a. fíggjarlógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025