Danmark dregur ikki lærda útlendska arbeiðsmegi

Danmark dregur ikki lærda útlendska arbeiðsmegi
Danmark liggur niðarlaga á listanum, tá útlendingar verða spurdir, hvar teir helst vilja arbeiða
læknastarvandi
Mynd: savnsmynd  
 
09.10.2014 - 10:16

Danska vinnulívið eftirlýsir útlendska arbeiðsmegi, sum hevur góðar førleikar. Men Danmark liggur niðarlaga á listanum, tá útlendingar verða spurdir, hvar teir helst vilja arbeiða.

Tað vísir ein kanning, sum Boston Consulting Group hevur gjørt, skrivar Berlingske.

Boston Consulting Group er ein altjóða ráðgevarafyritøka, sum starvast í 87 londum.

200.000 fólk í 189 londum eru spurd, og tølini vísa, at Danmark er á 27. plássi. Svøríki og Týskland eru millum tíggju tey best umtóktu londini.

Danmark noyðist at marknaðarføra seg betur, tá ið ræður um at fáa útlendingar við góðum arbeiðsførleikum, sigur Mai-Britt Poulsen í Boston Consulting Group í Danmark, við Berlingske.

- Tá Svøríki er so nógv ovari á listanum enn Danmark, eiga vit at stúra, sigur hon.

- Vit eiga at duga betur at greiða frá øllum tí, sum vit hava at bjóða, eitt nú undirstøðukervi og eina góða útbúgvingarskipan. Eisini eiga vit at greiða teimum frá, at Danmark er eitt opið samfelag, sigur Mai-Britt Poulsen. 

Keypmannahavn liggur eisini niðarlaga á listanum, tá útlendingar verða spurdir, hvørjum býi teir vilja arbeiaða í.

London, New York og París liggja á odda. Stokkhólmur og Oslo liggja á ávikavist 19. og 22. plássi. Keypmannahavn er á 28. plássi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533