Veiðiloyvið hjá Anitu kann ikki takast uttan dóm

Veiðiloyvið hjá Anitu kann ikki takast uttan dóm
So leingi rætturin ikki hevur talað, er einki lógarbrot staðfest. Og tí kann løgmaður ikki taka veiðiloyvið, sigur advokaturin hjá reiðaríinum
Nú skuldi verið klárt hjá Løgmansskrivstovuni at taka endaliga støðu um loyvið hjá Anitu at fiska.
 
17.10.2014 - 12:54

Einki lógarbrot er staðfest í rættinum.

Tí kann løgmaður ikki taka veiðiloyvið hjá Anitu.

Tað skrivar advokaturin hjá partafelagnum Seta, sum eigur garnaskipið Anitu, í hoyringarsvari til Løgmansskrivstovuna.

Vørn hevur biðið um, at Anita missir veiðiloyvið fyri brot á lógina um vinnuligan fiskiskap. Og løgmaður hevur sent reiðaríinum ætlanarskriv um, at hann fer at taka loyvið frá skipinum.

Eingin dómur eingin heimild  

Men Jens Andrias Vinther, advokatur hjá Seta, sigur í dag í hoyringarsvarinum til Løgmansskrivstovuna, at ikki ber til at siga, at lógin er brotin, fyrr enn brotið er staðfest. 

Og rætturin hevur einki brot staðfest, sigur advokaturin.

Tí kann løgmaður ikki brúka heimildina í lógini um vinnuligan fiskiskap til at taka veiðiloyvið.     

Reiðaríið og skiparin á Anitu eru ákærd fyri at bróta kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini.

Men Føroya rættur hevur ikki viðgjørt málið og tí sjálvandi heldur ikki felt dóm enn.

Jens Andrias Vinther ger vart við í svarinum til Løgmansskrivstovuna, at í september vóru fólk frá Brimli á Anitu í fýra dagar, og kanningin hjá Brimli vísti, at alt var í lagi.   
    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558