Fleiri heimleysir finnlendingar

Fleiri heimleysir finnlendingar
Í Finnlandi er ikki longur so einsligt at vera heimleysur. Einir 7.500 borgarar hava ongan bústað, og talið er alsamt hækkandi.
Størru kommunurnar í Finnlandi hjálpa heimleysum við millum annað at geva teimum okkurt at eta.
Mynd: Milla Takala  
 
18.10.2014 - 13:48

Í gjár var dagur teirra heimleysu í Finnlandi. Hóast m.a. felagsskapurin, Setlementti Asunnot Oy, roynir at hjálpa finnlendingum av gøtuni, verða fleiri heimleysir.

Sambært felagsskapinum hava teir flestu heimleysu borgararnir einki stað at búgva, tí teir misnýta rúsevni, ella tí teir eru arbeiðsleysir.

Býráðini í Helsinki og grannabýnum, Vantaa, hava sett fleiri fólk í starv at byrgja fyri bylgjuni av heimleysum í býunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006