Eimskip og Samskip: illgruni um kartellvirksemi

Eimskip og Samskip: illgruni um kartellvirksemi
Íslendska kappingareftirlitið hevur meldað skipafeløgini fyri at áseta prísir í felag
Eimskip (myndin) og Samskip hava 70 prosent av marknaðinum hjá teimum, sum flyta vørur sjóvegis til Íslands og úr Íslandi.
 
21.10.2014 - 08:00

Kappingareftirlitið í Íslandi hevur meldað 11 starvsfólk hjá teimum báðum skipafeløgunum Eimskip og Samskip fyri í nógv ár at hava havt ólógligt samstarv og misbrúkt støðuna hjá feløgunum á marknaðinum.

Kappingareftirlitið gjørdi húsarannsóknir hjá Samskipum, Eimskipi og dótturfeløgum fyri einum ári síðani og aftur í summar.  

Hava 70 prosent

Eimskip og Samskip eru at kalla einaráðandi á íslendska farmaflutningsmarknaðinum, tey hava 70 prosent av marknaðinum, sum millum annað umfatar fiskaútflutning.

Ein illgruni hjá kappingareftirlitinum er, at bæði skipafeløgini vóru samd um at hækka prísin, sum heilsølur í Íslandi lata fyri at fáa vørur sínar fluttar til Íslands. 

Bæði Samskip og Eimskip avsanna, at feløgini arbeiða saman, tá prísir fyri flutning skulu ásetast.    

Leki til fjølmiðlar

Í Íslandi gera fjølmiðlar eisini nógv burtur úr, at íslendska kringvarpið, RÚV, fekk fráboðanina hjá kappingareftirlitinum um skipafeløgini, hóast frágreiðingin um virksemið hjá teimum 11 starvsfólkunum er í trúnaði. 

Bæði Eimskip og Samskip hava kært, at frágreiðingin er likin til fjølmiðlarnar. Og kappingareftirlitið vil eisini hava kannað, hvør gav RÚV frágreiðingina um kartellvirksemið hjá skipafeløgunum.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039