Rusland viðurkennir valúrslit

Rusland viðurkennir valúrslit
Rusland fer at virða úrslitið av valinum sum verður í Eysturukraina um vikuskiftið, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov
Rusland fer at viðurkenna valúrslitið, tá Eysturukraina um vikuskiftið fer at halda val til lóggávutingið í landinum, sigur russiski uttanríkisráðharrin
Mynd: AP

28.10.2014 - 16:38

- Vit vænta, at valið verður sum ætlað, og vit fara at góðtaka úrslitið, sigur Sergej Lavrov, russiski uttanríkisráðharrin, í kjalarvørrinum á valinum í Ukraina, tá nýtt lóggávuting skuldi veljast.

Tá val var í Ukraina um vikuskiftið, vóru russiskt sinnaðu fólkini í Lugansk og Donetsk ikki á vali, men tað skulu tey um vikuskiftið, eina viku seinni enn hini í landinum.

Sergej Lavrov sigur seg rokna við, at valið verður friðarligt, og tá valið er av, stendur tað til fólkið í Eysturukraina, hvat tey velja at gera.

SÍ EISINI Nýtt lóggávuting í Ukraina veljast

Stjórnin í Ukraina sigur, at tað sum fer fram í Eysturukraina er í stríð við allar reglur, og finst hvassliga at Ruslandi, fyri at stuðla tey russiskt sinnaðu har eysturi í landinum.

- Tað sum Rusland nú skipar fyri, er brot á tey framstig sum eru gjørt í viðurskiftunum ímillum partarnar seinasta hálva árið, sigur ein talsmaður fyri ukrainsku stjórnina.

Russiskt sinnaðu uppreistrardeildirnar hava longu noðað frá, at tá valið er av, fara Lugansk og Donetsk at ríva seg leys frá Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Fríggjadag 2. januar
Morgunlestur fríggjadagur 2. januar 2026
202085
Hósdag 1. januar
Vit fara upp á gólv nýggjársdag 2026
202149
Hósdag 1. januar
Nýggjársgesturin 2026: Niels Juel Arge
201912
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132