Sýnsfólk úr Danmark meta svartkalva í Klaksvík

Sýnsfólk úr Danmark meta svartkalva í Klaksvík
Føroya rættur biðin um at tilnevna sýnsfólk at meta um dygdina á svartkalvanum, sum var í lastini á Ågot
Sjógvur kom í Ågot, tá skipið varð ásiglt, og tí sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, at fiskurin er dálkaður
 
29.10.2014 - 08:13

Danska matvørustýrið er biðið um at tilnevna tvey sýnsfólk at kanna svartkalvan hjá Ågot, sum Tryggingarfelagið Føroyar nú eigur.

Tryggingarfelagið bað Føroya rætt um at tilnevna sýnsfólk fyri at tryggja prógv í málinum, um tað endar sum eitt sakarmál.

Heilsufrøðiliga starvsstovan skeyt upp at biðja Fødevarastyrelsen í Danmark finna tvey sýnsfólk, og tað samdust partarnir um.

Tryggingarfelagið Føroyar og Heilsufrøðiliga starvsstovan bíða annars eftir Vinnukærunevndini, sum viðger kæru frá Tryggingarfelagnum um avgerðina hjá

Heilsufrøðiligu starvsstovuni at kolldøma fiskin, sum var í lastini á Ågot, tá Ågot varð ásigld í Klaksvík tann 25.februar.

Frystur svartkalvi

Heilsufrøðiliga starvsstovan avgjørdi, at fiskurin, 50 tons av frystum svartkalvi, ikki kann nýtast til mannaføði ella djóraføði. Fiskurin skal beinast burtur, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.  

Tryggingarfelagið Føroyar, sum tryggjaði fiskin, kærdi hesa avgerðina til Vinnukærunevndina 8.apríl.

Tryggingarfelagið hevur latið reiðaríinum hjá Ågot endurgjald fyri lastina og eigur tí nú fiskin, sum liggur á goymslu í Klaksvík.

Tryggingarfelagið ætlar at selja lastina og vil hava sum mest fyri hana.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659