Gularótin er sunnast at eta

Gularótin er sunnast at eta
Norskir serfrøðingar hava gjørt lista yvir sunnan mat
 
16.11.2014 - 17:45

Tríggir norskir serfrøðingar innan matvørur hava saman ásett, hvørjar matvørur tær meta eru heilsubesti kostur at eta.

Kliniski føðslu-fysiologi-serfrøðingurin, Cathrine Borchsenius, deildarleiðarin í norska Heilsumálaráðum, Henriette Øien, og professarin í føðslu við lærda háskúlan í Oslo, Lene Frost Andersen, hava saman gjørt listan. Tað skrivar nrk.no.

Hóast uppgávan var trupult at velja út fimm matvørur til listanum yvir heilsugóðan mat, so eydnaðist tað kortini.

Topp 5

Og gularótin stendur ovast á listanum. Grønmeti er yvirhøvur týdningarmikil kostur, og inniheldur nógv fipur og nógvar vitaminir. Serfrøðingarnir lýsa gularótina við trimum orðum: Bílig, sunn og góð.

Á øðrum plássi er makrelur í tomat, - ella annar feitur fiskur, tí nógv omega-3, feittsýrur, protein og A og D vitaminir eru í. Serfrøðingarnir siga, at tað eiga vit at eta nógv.

Havgrýn fær triðjaplássið, tí vit eiga at eta meira av fullkorni, og havragrýni er týdningamikil kelda til fipur. Nógvar B-vitaminir, jarn og onnur mineral eru í havragrýni. Og tey eru góð fyri kroppin.

Bláber fingu fjóðaplássið, tí ber eru sunn, - serliga myrkablá ber, so sum bláber, tí haðani fáa vit nógv anti-oxidant. Sambært serfrøðingunum eta vit ov lítið av berum. Og í sambandi við hugtakið: "Seks um dagin", so kunnu bláber saktans vera eitt av hesum.

Mjólk fekk fimtaplássið. Hon er høvuðskelda til kalsium í okkara kosti, og inniheldur jod. Serfrøðingarnir nevna serliga soltna mjólk, tí vit skulu ikki eta ov nógv feitt.

Etast saman við øðrum

Serfrøðingarnir leggja tó dent á, at hesar topp-fimm matvørurnar, mugu setast saman við øðrum í eina heild, fyri at fáa røttu kostsamansetingina, skrivar nrk.no.

Serfrøðingarnir høvdu, hvør í sínum lag, gjørt ein lista við 10 matvørum á, og síðani varð ein felagslisti gjørdur. Tær , sum eru við feitum, høvdu í hvussu er tveir av serfrøðingunum við á sínum lista.

Listin

  • - kikertrar
  • - fullkorns-pasta
  • - bláber
  • - brokkoli
  • - olivinolja
  • - rapsolja
  • - linsur
  • - grøntkál
  • - mandlur
  • - gularøtur
  • - feskt fiskaflak
  • - havragrýn
  • - laksur
  • - epli
  • - grovbreyð
  • - soltin mjólk
  • - sardinur í olju
  • - makrelur í tomat
  • - soltin ostur
  • - leykur
  • - tomatir

Kelda: nrk.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493