Føroyskar rottur hava ikki vandamikla bakteriu

Føroyskar rottur hava ikki vandamikla bakteriu
Bakterian Leptospira Interrogans finst ikki í føroyskari rottu, vísa kanningar hjá Fróðskaparsetrinum
 
29.11.2014 - 12:01

Tað var í 2012, at Fróðskaparsetrið fór undir at kanna føroyskar rottur. Setrið heitti á fólk kring landið um at útflýggja rottur - deyðar sum livandi - til nærri kanningar.

Fyrst og fremst vildu granskararnir vita, um bakterian, Leptospira Interrogans, finst í rottunum. Hendan bakterian kann elva til sjúkuna leptospirosa, sum bæði fólk og djór kunnu fáa. Sjúkan kann vera vandamikil.

Haraftrat vildu tey kanna, hvørjir parasittar liva á rottunum. Og so skulu eisini DNA-kanningar gerast fyri at staðfesta, hvaðani føroyska rottan stavar, og um genetiskur munur er á rottunum ymsastaðni í Føroyum.

Hesi næstan trý árini hevur Fróðskaparsetrið fingið fatur á 92 rottum úr tilsamans 13 bygdum og býum í Føroyum.

Og tey fyrstu úrslitini vísa, at bakterian, Leptospira Interrogans, ikki finst í føroyskari rottu. Í november í fjør vóru royndir frá teimum fyrstu 61 rottunum sendar til kanningar í Danmark. Úrslitini vísa, at ongin av rottunum hevði hesa bakteriuna.

Men Fróðskaparsetrið heldur talið á kannaðum rottum vera ov lítið. Fyri góðum trimum vikum síðan sendu tey royndir frá nøkrum rottum aftrat til kanningar í Danmark. Úrslitini av hesum kanningunum verða væntandi klár um ársskiftið, sigur Eyðfinn Magnussen, granskari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Viðvíkjandi parasittum funnu granskararnir 71 loppur og tvær lýs á rottunum.

DNA kanningarnar eru ikki byrjaðar enn, men Eyðfinn Magnussen, granskari, vónar at kanningarnar skjótt kunnu fara í gongd.

Á Náttúruvísindadeildini vilja tey fegin hava fleiri rottur til kanningar. Á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum www.setur.fo ber til at lesa mannagongdirnar, tá fólk skulu lata Náttúruvísindadeildini rottur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521