Umboðsmaðurin: Makrelkvotan varð býtt politiskt

Umboðsmaðurin: Makrelkvotan varð býtt politiskt
Løgtingsins umboðsmaður átalar, at einki skrivligt er frá fundunum hjá politiska Makrelbólkinum í 2012
 
12.12.2014 - 11:39

Umboðsmaðurin dugir ikki út frá skjølunum í málunum at síggja, hvørji atlit vóru tikin, tá býtið av makrelkvotuni í 2012 varð ásett. Ein kæra fekk Løgtingsins umboðsmann at kanna øll makrelloyvini í fyrraárið.

Líkt er til, at ein politiskur bólkur einsamallur avgjørdi býtið og treytirnar fyri at geva loyvi at fiska makrel. 

Umboðsmaðurin heldur ikki nakað vera til hindurs fyri, at politikarar eru við í arbeiðinum at tilevna kunngerðir, men vísir á, at bæði politikarar og embætisfólk í hesum arbeiði eru bundin at fyrisitingarligum meginreglum um upplýsingarskyldu og sakliga fyrisiting. 

Politiskt býti

Umboðsmaðurin heldur nógv benda á, at viðgerðin av kvotabýtinum var bara politisk og ikki var eftir vanligum fyrisitingarrættarligum meginreglum. 

Einki notat varð skrivað frá fundunum hjá Makrelbólkinum. Umboðsmaðurin metti seg tí ikki hava møguleika fyri at siga, um býtið millum ymsu skipabólkarnar var grundað á saklig og viðkomandi atlit. 

Umboðsmaðurin heldur tað vera átaluvert, at einki notat er skrivað frá fundunum.

Viðgerðin av makrelbýtinum var, sum skilst, ikki eftir vanligum fyrisitingarrættarligum reglum.

Í politiska makrelbólkinum 2012 vóru Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Jenis av Rana fyri Miðflokkin og Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýrisflokkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233