Innbrot í matvøruhandil í Havn uppklárað

Innbrot í matvøruhandil í Havn uppklárað
Eitt innbrot, ið varð framt í einum matvøruhandli mikunáttina, er longu uppklárað. Løgreglan tók í nátt tveir 18 ára gamlar mans fyri innbrotið
Løgreglan tók í nátt tveir mans fyri eitt innbrot, ið varð framt fyrranáttina. 12.000 krónur og fimm túsund sigarettir vórðu stolnar

29.01.2015 - 13:50

Gjáramorgunin klokkan 8:54, fekk politiið fráboðan um, at innbrot hevði verið í einum matvøruhandli í Havn. Kanningar á staðnum vístu, at innbrotið varð framt umleið klokkan hálvgum trý fyrranáttina.

Tjóvarnir høvdu stolið 12.000 kónur og umleið fimm túsund sigarettir. Vakmyndatól í handlinum vísti, at talan var um tveir persónar, ið høvdu framt innbrotið.

Viðgingu seg sekar

Umleið klokkan tvey í nátt steðgaði løgreglan einum bili við trimum fólkum í. Politistarnir fingu skjótt illgruna um, at hetta møguliga var talan um tjóvarnar og tóku tveir 18 ára gamlar menn við á politistøðina til nærri avhoyringar.

Teir viðgingu seg sekar og greiddu frá hvar teir høvdu goymt pengarnar og sigarettirnar og eftir eina húsarannsókn hjá teimum báðum fann politiið nakað av tjóvagóðsinum.

Ein kassi við sigarettum og pengum, sum teir høvdu goymt aðrastaðni bleiv eisini funnin, og sostatt er nærum alt tjóvagóðsið funnið aftur. Teir báðir mennirnir eru avhoyrdir og skuldsettir fyri innbrotið og eru leyslatnir. Teir vóru ikki kendir av politinum frammanundan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053