Tony Abbott illa lýddur millum sínar egnu

Tony Abbott illa lýddur millum sínar egnu
Tony Abbott, avstralskur forsætisráðharri, verður hartaður millum flokksfelagar, fyri at hava givið Philipi prinsi í Bretlandi riddarakross
Avstralski forsætisráðharrin illa lýddur í egnum flokki
Mynd: www.aww.com.au  
 
06.02.2015 - 10:04

Avstralski forsætisráðharrin, Ton Abbott, er komin undir trýst í sínum egna flokki, og floksfelagar eru farnir at fyrireika eina atkvøðugreiðslu í konservativa flokkinum, um Tony Abbott er rætti maðurin at standa á odda fyri flokkinum.

Men sambært Reuters ætlar Abbott at stríðast fyri at varðveita formanssessin.

Funnist hevur verið at forsætisráðharranum fyri at hava geva Philipi prins í Bretlandi riddarakross. 

Hetta varð kunngjørt á avstralska tjóðardegnum. Mong halda, at onkur annar átti at verið meiri verdur at fáa henda heiðurin enn bretski prinsurin, og at hetta er tekin um vantandi leiðaraevni hjá forsætisráðharranum og floksformanninum.

Enn hevur ongin boðið Tony Abbott av, men fjølmiðlar gita, at næstformaðurin í konservativa flokkinum, Julie Bishop, sum eisini er uttanríkisráðharri, kann vera eitt gott boð.

Tony Abbott hevur verið forsætisráðharri í Avstralia síðani 2013, og hann hevur formaður í konservativa flokkinum síðani 2009. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155