Politistastarvið skal vera spennandi

Politistastarvið skal vera spennandi
30 lesandi á politiháskúlanum í Noreg eru tráðspurd um, hví tey vilja gerast politistur. Og týdningarmiklast fyri tey er, at starvið er spennandi
Nýggju politiatarnir vilja vera hetjur
Mynd: Savnsmynd  
 
10.02.2015 - 10:29

Adrenalin, action og hetjur. Tað er tað, sum dregur ung nú á døgum til at gerast poltitistur. Tað vísur nýggj norsk kanning.

Altjóða gransking hevur leingi víst á, at politistar kenna sterka trá at spenningini, "action" og at niðurberja kriminalitet. Og teir víkja ikki fyri at brúka vald. Tey lesandi siga, at við yrkinum sum politistur ynskja tey at gerast hetjur og fyrimynd fyri onnur, skrivar forskning.no.

Kanningin vísur eisini, at alsamt færri lesandi á politiháskúlanum hava foreldur, sum hava hægri útbúgving. Hetta, hóast kapping er um sleppa inn á Politiháskúlan. Kanningin vísur, at tey hava lítlan áhuga fyri ástøðiligum lærugreinum, hava lítlan ella ongan áhuga fyri politikki og samfelagslívi, og hava stóran áhuga fyri kropsligari venjing.

Pål Winnæss, sum er ein teirra, ið hevur gjørt kanningina, sigur við forskning.no, at bakgrundin hjá lesandi á norska politiháskúlanum er broytt seinastu árini. Foreldrini hava hvørki hægri útbúgving ella stutta yrkirættaða útbúgving. Pål Winnæss sigur, at greitt samband er millum útbúgvingarstøðið hjá foreldrunum og áhugan hjá tí lesandi at gerast politistur.

Sera fáa av teimum lesandi hava foreldur, sum eru politistar, vísur kanningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006