Toppfundur í Minsk um eysturukraina

Toppfundur í Minsk um eysturukraina
Russiska loysingarrørslan í Eysturukraina og Russland skulu ganga við til treytaleysa vápnahvíld á toppfundinum í Minsk, krevur Ukrainski forsetin
Toppfundur er í Minsk
Mynd: nyhederne.tv2.dk  
 
11.02.2015 - 15:17

Í september mánað samdust partarnir um vápnahvíld, men hon er ikki til longur.

Á toppfundinum í Minsk í dag verða ukrainski forsetin Petro Porosjenko, russiski forsetin Vladimir Putin, týski samveldiskanslarin Angela Merkel og franski forsetin François Hollande.

Petro Porosjenko, forseti, sigur, at hann er til reiðar at seta landið í undantaksstøðu, um stríðið í eystara parti av landinum gerst harðari.

- Stjórin og tjóðartingið eru til reiðar at seta alt landið í undantaks-støðu, segði forsetin á ráðharra-fundi í morgun, og legði aftrat, at hann ikki fór at himprast við at taka ta avgerðina, um álopini frá uppreistrar-herliðunum halda fram og harðna.

Russiska samráðingarnevndin sigur seg vera bjartskygda, men tekur eisini fyrivarni undan fundinum í Minsk, høvuðsstaðnum í Hvítarusslandi..

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur seg síggja gongdar leiðir, nú samráðingarnar verða fyrireikaðar, men Sergej Lavrov heldur tað vera skeivt, at ukrainar undan samráðingunum seta krav um at fáa fult eftirlit við markinum til Russlands 

Av toppfundinum í Minsk fer Ukrainski forsetin til Brússel, har stats- og stjórnarleiðararnir í ES hava fund í morgin. ES forsetin Donald Tusk hevur boðið Petro Porosjenko á fundin at greiða frá støðuni í Ukraina. Tað er triðju ferð í átta mánaðir, at ukrainski forsetin er á ES toppfundi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985