Heimsins besta pressumynd

Heimsins besta pressumynd
Tað er fotografurin Mads Nissen frá Politiken, sum hevur fingið heiðurin World Press Photo of the Year, skrivar Politiken
Heimsins besta pressumynd
Mynd: Mads Nissen  
 
12.02.2015 - 11:06

Myndin sýnir Jonathan Jacques Louis, sum er 21 ára gamal, og Alexander Semyonov, sum er 25. Semyonov liggur á rygginum í seingini, og Louis situr, tætt kroystur at Semyonov. Myndin er døpur, og tað er ótti at hóma í eygunum á Louis.

Fotografurin Mads Nissen tók myndina í Sankta Pætursborg seinasta ár. Tá starvaðist hann á Berlingske Tidende. 5.692 fotografar sendu tilsamans 97.912 myndir til kappingina um ársins pressumynd, og tað bleiv so Mads Nissen sum fór við heiðrinum World Press Photo of the Year.

Kapingin var hildin í Hollandi, og høvuðsdómarin, Michele McNally, sum er fotoleiðari á New York Times sigur, at henda myndin kann fara í søgubøkurnar, tá tað vísur serligan etestik og menniskjansskap.

Sjálvur er Mads Nissen serliga glaður, at tað bleiv henda myndin sum vann. Myndin vísir kærleika. Kærleika millum tveir menn. "Tað er ikki ein sjúka at vera samkyndur, men tú verður borin í heim sum samkyndur," sigur Mads Nissen.

Trýst á fyri størri mynd

Besta pressumynd 2014

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984