Løgreglan váttar: Vit hava helst dripið hann

Løgreglan váttar: Vit hava helst dripið hann
Maðurin, ið myrdi tvey fólk og særdi fimm løgreglufólk í Keypmannahavn í gjár og nátt, varð helst dripin í nátt, váttar løgreglan á tíðindafundi
Her á Nørrebro drap løgreglan í nátt ein mann eftir at tað kom til skotbardaga millum mannin og løgregluna. Løgreglan heldur, talan er um mannin, ið stóð fyri yvirgangsatsóknini leygardagin
Mynd: DR  
 
15.02.2015 - 09:10

Løgreglan í Keypmannahavn hevur skotið ein mann, sum hon heldur framdi atsóknina á Østerbro seinnapartin í gjár og í nátt skeyt ein vaktarmann í jødisku synagoguni í Keypmannahavn.

- Vit halda, tað er sami maður, ið stóð fyri báðum atsóknunum, segði Torben Mølgaard Jensen, leiðandi politiinspektørur á tíðindafundinum á politigarðinum í Keypmannahavn.

Greinin heldur fram niðanfyri

Løgreglan fekk illgruna til mannin seinnapartin í gjár, og valdi tískil at halda eitt vakið eyga við manninum. Tá maðurin kom aftur í íbúðina í nátt, varð hann dripin eftir skotbardaga millum løgregluna og mannin.

Vakmyndatól feldu mannin

Ein hýruvognsførari og myndir, sum vakmyndatól tóku, vóru við til at fella mannin, sum drap tvey fólk á Østerbro og á jødisku synagoguni í Keypmannahavn seinnapartin í gjár og í nátt.

Fyribils arbeiðir løgreglan við ástøðinum, at maðurin, ið varð dripin í nátt, var einsamallur um yvirgangsatsóknina í Krudttønden seinnapartin í gjár, tá ein maður varð dripin og trý løgreglufólk vórðu særd.

Hóast løgreglan heldur, maðurin var einsamallur um yvirgangsálopið seinnapartin leygardagin, skal hvør steinur í málinum vendast. Arbeiðið at uppklára málið kann tískil verða drúgt.

Forsætisráðharrin fordømir álopið

- Danska tjóðin hevur verið gjøgnum nakrar tímar, vit ongantíð fara at gloyma, segði Helle Thorning-Schmidt á tíðindafundi í morgun, áðrenn hon legði blómur við synagoguna.

- Vit fáa ikki vart okkum 100 prosent, um ein ørvitisknokkur vil lata sítt egna lív í eini yvirgangsatsókn, segði Helle Thorning-Schmidt á tíðindafundinum í morgun.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Fólk í Keypmannahavn fara at síggja ein øðrvísi danskan høvuðsstað við fleiri løgreglufólkum á gøtuni enn vanligt, segði løgmálaráðharrin, Mette Frederiksen, á tíðindafundinum.

Størsta politiuppgávan í nýggjari tíð

Síðan klokkan hálvgum fýra seinnapartin leygardagin hevur løgreglan í Keypmannahavn stjórnað einum av teimum størstu átøkunum hjá donsku løgregluni í nýggjari tíð.

- Vit hava fingið hjálp frá Ríkisløgregluni, trygdarløgregluni PET og frá teimum ymisku politiøkjunum kring landið, segði Torben Mølgaard Jensen.

Uppgávan hjá donsku løgregluni verður nú eisini at virka fyri, at fólk í Danmark, og serliga Keypmannahavn, aftur kunnu kenna seg trygg, varð upplýst á tíðindafundinum.

Vakt ans um allan heim

Skottilburðirnir í Keypmannahavn í gjár og nátt hava vakt ans um allan heim, og donsku myndugleikarnir hava fingið nógvar samkensluheilsanir.

Eisini Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sent stjórnini samkensluheilsan. Hann sigur, atsóknin er álop á tali- og skrivifrælsið og tey grundleggjandi virði, okkara samfelag byggir á.

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, segði fyrr í morgun, talan var um blóðug yvirgangsálop, sum eingin fór at sleppa væl frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410