Tveir tiknir fyri yvirgang

Tveir tiknir fyri yvirgang
Løgreglan í Keypmannahavn hevur tikið tveir mans, ið hildið verður hjálptu 22 ára gamla manninum at fremja yvirgangsatsóknirnar í Keypmannahavn
Løgreglan hevur handtikið tveir mans, ið eru undir illgruna fyri at hava útvegað vápnini, sum vórðu nýtt í atsóknunum um vikuskiftið
Mynd: AP  
 
16.02.2015 - 10:50

Løgreglan heldur, at teir báðir menninir útvegaðu vápnini, sum vórðu nýtt í atsóknunum. Báðir menninir eru í løtuni til grundlógaravhoyring í rættinum, sum er fyri afturlatnum hurðum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Menninir vórðu tiknir í gjár, og báðir nokta seg sekar í skuldsetingunum. Løgreglan hevur higartil sagt, at 22 ára gamli Omar Abdel Hamid El-Hussein var einsamallur um atsóknirnar í Keypmannahavn um vikuskiftið, sum kravdu tvey mannalív.

Løgreglan skeyt gerningsmannin nærindis jarnbreytarstøðini á Norðurbrúgv gjárnáttina, tá hann eftir øllum at døma var á veg til hús.

Gerningsmaðurin júst sloppin úr fongsli

Maðurin, sum drap tvey fólk í Keypmannahavn seinnapartin leygardagin og tíðliga sunnunáttina, var 22 ára gamal, og hann var føddur í Danmark, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn. Hann verður eisini settur í samband við brotsmannalið í danska høvuðsstaðnum.

Greinin heldur fram niðanfyri

22 ára gamli maðurin, sum løgreglan er sannførd um framdi atsóknirnar, varð latin leysur úr fongsli fyri umleið 14 døgum síðani, eftir at hava sitið ein dóm fyri grovan harðskap.

Løgreglan hevur funnið klæðir og eitt sjálvvirkandi vápn, sum maðurin nýtti, tá hann skeyt inn í mentanarhúsið Krudttønden á Østerbro leygardagin.

Dagførd 14:16: Teir báðir menninir, ið vórðu tiknir, eru fongslaðir í 10 dagar eftir grundlógaravhoyringina í morgun, skrivar heimasíðan hjá DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389