Kommunur fáa rokning fyri viðgjørdar sjúklingar

Kommunur fáa rokning fyri viðgjørdar sjúklingar
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina um sjúkrahúsverkið
 
09.03.2015 - 09:42

Frá í summar fara kommunurnar at fáa rokning fyri fólk, sum eru á sjúkrahúsi, hóast tey eru liðugt viðgjørd har.

Tað ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina um sjúkrahúsverkið. 

Ikki øll, sum eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi, kunnu fara haðani, tí hvørki heimarøkt ella røktarheimspláss eru tøk í kommununi, tey eru skrásett í.

Gjaldið kann í mesta lagi vera 2.000 kr. um samdøgrið. Í fjør var dagsprísurin 1.347 kr.

Lógarbroytingin skal koma í gildi 1.juni.

Kommunurnar hava ábyrgdina

Av tía at kommunurnar frá 1.januar í ár hava ábyrgdina av heimatænastu og eldrarøkt, heldur Karsten Hansen, at kommunurnar eisini eiga at bera útreiðslurnar, sum sjúkrahúsini fáa, tá tey ikki kunnu útskriva sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, til kommunalu heimatænastuna og eldrarøktina. 

Hetta verður gjørt í grannalondunum, sigur landsstýrismaðurin. 

Kommunufelagið tekur undir við uppskotinum, men við teirri treyt, at kommunurnar fáa pengarnar frá landinum saman við pengunum, sum kommunurnar fáa til eldraøkið og heimarøktina. 

Men Kommunufelagið vil fyrst hava greiði á ábyrgdarbýtinum millum kommunurnar, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið á hesum øki.

Sambært tølum, sum Heilsumálaráðið hevur frá sjúkrahúsunum, vóru 38 liðugt viðgjørd fólk á teimum trimum sjúkrahúsunum í fjør, tey høvdu 2.366 innleggingardagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329