Ísland: Uppskot um fólkaatkvøðu um ES-samráðingar

Ísland: Uppskot um fólkaatkvøðu um ES-samráðingar
Formenninir í andstøðuflokkunum í Íslandi fara í hesari vikuni at leggja fram uppskot um at hava fólkaatkvøðu um samráðingarnar við ES um limaskap
 
16.03.2015 - 09:22

Floksformenninir hava fundast um vikuskiftið og hittast aftur fyrrapartin í dag.

Andstøðan royndi eisini í fjør at fáa altingið at taka undir við fólkaatkvøðu um Ísland og ES, men tá fekst ikki semja um orðingina, og uppskotið kom ikki aftur úr nevnd.

Politisk kreppa

Rættiligt rok hevur verið í íslendskum politikki, síðani ríkisstjórnin hósdagin í síðstu viku boðaði frá, at hon týsdagin samtykti at boða ES frá, at Ísland tekur aftur umsóknina frá 2009 um limaskap.

Flokkarnir, sum nú eru í samgongu, vilja ikki vita av limaskapi í ES, men teir lovaðu, tá teir tóku við stjórnarvaldinum, at hava fólkaatkvøðu um ES-spurningin. 

Tað hevur fingið øði í andstøðuna og onnur, sum vilja, at samráðingarnar um limaskap í ES halda fram, at stjórnin ikki so frægt sum spurdi altingið fyrst, áðrenn hon boðaði ES frá avgerð sínari um at gevast við samráðingunum.

Uttanríkisráðharrin í samráð

Gunnar Bragi Sveinsson, uttanríkisráðharri, er biðin um at koma í samráð við uttanríkisnevndina hjá altinginum. 

Og í morgin fer hann at geva altinginum frágreiðing um avgerðina hjá stjórnini.

Í gjár mótmæltu okkurt um 7.000 fólk við altingshúsið í Reykjavík. Har varð eisini mótmælt leygardagin og boðað er frá mótmælistiltaki aftur í dag. Fólk krevja, at ríkisstjórnin virðir altingið og fólkið.

Ivi er um brævið

Stjórnmálafrøðingar í Íslandi ivast í, um eitt bræv frá íslendska uttanríkisráðharranum um, at Ísland ikki longur vil samráðast um limaskap, er tað sama sum at taka umsóknina um limaskap aftur.

Tá Ísland bað um samráðingar við ES, varð tað gjørt eftir samtykt í altinginum. Nú varð altingið ikki spurt.

ES hevur ikki tikið støðu til brævið frá íslendska uttanríkisráðharranum. Hetta er eindømi í søguni hjá ES. Tá Noreg til dømis tók aftur sína umsókn, varð tað gjørt eftir at fólkaatkvøða var um spurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985