Nærum 1.000 andstøðingar tiknir í Kina í ár

Nærum 1.000 andstøðingar tiknir í Kina í ár
Sambært felagskapinum, Chinese Human Rights Defenders (CHRD), er tað nógv ár síðani so nógvir eru tiknir í eitt ár
 
17.03.2015 - 09:00

Felagskapurin, Chinese Human Rights Defenders (CHRD) finst hvassaliga at forsetanum, Xi Jinping, sum er orsøkin til herdu framferðina.

Eftir mótmælini í Hong Kong í juni í fjør, vóru yvir 200 fólk tikin.

Endurreisa álit á rættarskipanina

Í farnu viku segði ovasti dómarin í Kina, Zhou Qiang, at Kina eigur at taka eina uppgerð við ólógligar fongslingar og mutraðar dómarar, fyri at fólkið aftur skal fáa álit á rættarskipanina.

Uppundir kvinnudagin vórðu fimm kvinnur tiknar, tí tær ætlaðu at skipa fyri at dagurin varð hildin.

Amnesty International segði seg vera skelkað av hendingini, og ES hevur kravt, at kvinnurnar verða lætnar leysar.

Advokatar rýma
Fleiri advokatar sum arbeiða fyri hótt fólk, eru sjálvir hóttir ella píndir, og fleiri eru eisini fluttir til onnur pláss í landinum, skrivar NTB.

Mannarættindafelagskapir siga seg vænta, at støðan við mannarættindum í Kina fer at standa við og versna, tí verandi stýri verður sitandi til 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985