USA tekur øll starvsfólk heim úr Yemen

USA tekur øll starvsfólk heim úr Yemen
USA hevur tikið øll starvsfólkini hjá sær á sendistovuni í Yemen heim. Orsøkin er spenta støðan í landinum
USA tekur øll starvsfólk heim úr Yemen
Mynd: BBC  
 
22.03.2015 - 13:20

Fríggjdagin lóti 142 lív, tá sjálvmorðatsóknir vórðu framdar í tveimum moskum í høvuðsstaðnum Sanaa. IS hevur tikið ábyrgdina fyri álopunum.

ST hevur skundfund í dag um støðuna í Yemen. Frakoyrdi forsetin í Yemen, Abd-Rabbu Mansour Hadi, hevur biðið um eina skjóta uppíleggin frá ST.

Frákoyrdi forsetin skuldsetti í gjár shiamuslimska Houthi bólkin, ið fær stuðul úr Iran og hevur valdið í høvuðsstaðnum Sanaa, fyri at standa handan kvettið móti honum, skrivar Berlingske Tidende.

Stúrt hevur verið fyri borgarakríggi í Yemen, síðan Houthi bólkurin tók valdið í Sanaa og fleiri sunnimuslimskum økjum. Hetta elvdi til samanbrestir og bardagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870