Ræðsla á næmingum eftir spreinging á skúlanum

Ræðsla á næmingum eftir spreinging á skúlanum
Tað var í nátt at spreinging var at hoyra í einum skúla í Nairobi í Kenya. Ein hevur latið lív og umleið 230 eru særd, skrivar NRK í morgun
Spreinging var í nátt í einum skúla í Nairobi
 
12.04.2015 - 12:48

Ræðsla kom á næmingarnar á lærda háskúlanum Kikuyu í høvuðsstaðnum í Kenya, Nairobi, tí stór spreinging var at hoyra í bygninginum. Keldur siga, at eitt fólk hevur latið lív og umleiði 230 eru innløgd á sjúkrahús til kanningar. Næmingarnir vóru bangnir fyri at tað aftur var ein yvirgangsatsókn. Hetta skrivar NRK í morgun.

Fyri tveimum vikum síðan, var stór yvirgangsatsókn framd móti lærda skúlanum Garissa, og nú stúrdu næmingarnir í Kikuyuskúlanum fyri, at hetta var ein nýggj yvirgangsatsókn sum hendi í morgun.

Tað vísti seg at tað var eitt tekninskt brek á einum elkaðali í kjallaranum í skúlanum, sum hevði elvt til spreinginina, sigur ein talsmaður frá almenna elfelagnum í Kenya.

Kenyanski politikarin, Marha Karua, skrivar á Twitter, at hon harmast hendingina, og hevur samkenslu við teimum avvarandi og teimum, sum eru komin illa fyri av spreingingini. Spreinginin hendi um fýratíðina í nátt, lokala tíð. Fleiri næmingar ivaðust ikki í, at tað var yvirgangsfelagsskapurin Al Shabaab, sum aftur framdi yvirgang. 

Tað er umleið tvær vikur síðan, at yvirgangsfelagsskapurin framdi stórt álop á skúlan Garissa, har 148 fólk lótu lív. Flestu teirra vóru kristin fólk, sum vóru tikin til viks og skotin.

​Ein næmingur læt lív, tá hann leyp av 6. hædd

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155